Fyrilestur um byggilist í Bahá?í templum

Tíðindaskriv frá Bahá?í samfelagnum

í Havn

Hósdagin 26. februar kl. 17.00 fer Roya Taheri at halda ein fyrilestur um byggilistina, sum er nýtt í sambandi við byggingina av Bahá?í bønarhúsum ymsastaðni í heiminum. Fyrilesturin verður í Bahá?í miðstøðini í Gundadali í Havn. Roya, sum er ættað úr Iran, haðani Bahá?í trúgvin er komin, er arkitektur og hevur búð í Iran, Japan og Skotlandi. Tað er Lokala Andaliga Ráðið fyri Bahá?íar í Havn, ið skipar fyri hetta kvøldið, og øll eru hjartaliga vælkomin.