Fólkaatkvøðan
Á fólkaatkvøðuni, 14. september 1946, høvdu føroyingar høvi at atkvøða um framtíðar støðu Føroya. Valið stóð ímillum danskt stjórnaruppskot øðrumegin og loysing millum Føroyar og Danmark hinumegin.
Úrslitið gjørdist ein tepur meiriluti fyri loysing.
- Enn er hesin seksi ára gamli vilji ikki framdur í verki, og so leingi Føroyar framvegis eru eitt danskt hjáland, verður dagurin markeraður og hildin, siga tjóðveldisfeløgini.
Á fundinum á Eiði, sum er almennur, fer Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, at halda fyrilestur. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og Olaf í Garði Joensen, varamaður hansara í Eysturoy, fara eisini at røða.
Kvívíkingurin, Leivur Grækarisson, fer eisini at siga frá minnum og upplivingum frá hesi hendingaríku tíð í Føroya søgu.
- Fólkaatkvøðan var fyri allar føroyingar, og soleiðis verður eisini við tiltakinum í annaðkvøld. Eftir umbøn er tingmaður Sambandsfloksins í Eysturoy og løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, eisini boðin við, siga tjóðveldisfeløgini.
Edmund Joensen fer at hugleiða um hesi seksti árini og um, hvussu hann heldur, at føroyska samfelagið politiskt skal skipast frameftir.
Umframt røður og hugleiðingar, fer gjáarmaðurin, Jónsvein Olsen, sum býr í Rytuvík, eisini at undirhalda við sangi.
Á skránni fyri tiltakið á Eiði verður eisini felagssangur.