Fyrilestur á Glyvrum: »Orð, ið Menna«

   

Í kvøld, hóskvøldið 27. nov., heldur Diana Borgnyardóttir í Syðrugøtu fyrilestur í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Fyrilesturin hevur heitið: »Orð, ið menna«.
Tá tosað verður um orð, ið menna, verður farið inn á at fólk skula fáa eina greiðara fatan av, hvussu okkara tankar og kenslur ávirka okkara samskifti við onnur menniskju. Harumframt tosar Diana um hvussu ein skapar eitt gott samskifti - um tankar, orð og kropsmál. Nomið verður eisini við, hvussu ein kann menna børn og vaksin til positiva sjálvsfatan og hvussu ymiskt vit nýta sansir okkara.
Fyrilesturin er liður í eini røð av smærri tiltøkum, sum Kongshavnar Kvinnufelag javnan skipar fyri. Seinastu tíðina hevur Kongshavnar Kvinnufelag skipað fyri millum annað fyrilestrum um siðamisbrot, diabetikarar, kostráðgeving og Føroya Barnaheim. Í komandi árið hevur felagið ætlanir um at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Millum annað hevur verið tosað um fyrilestur um urtagarðsrøkt. Boðað verður nærri frá hesum fyrilestri seinni.