Fyrilestur á bókasavninum

Hóskvøldið 27. januar kl. 19.30 heldur Erika Anne Hayfield fyrilestur á bókasavninum undir heitinum "Børn og forbrúk".

fyrilestur
tíðindaskriv

Erika Anna Hayfield er phd-studerandi í tí partinum av marknaðarførslu, ið verður kallað "brúkara-atburður". Hon fer at tosa um tann týdning, børn hava sum forbrúkarar. Hon fer millum annað at leggja dent á marknaðarførslu av merkjavørum og brúkara-uppaling. Eisini verður víst á, hvønn samfelagsligan týdning forbrúk hevur fyri børn. Leggjast skal til merkis, at fyrilesturin er á føroyskum, og at hann er á einum støði, ið er vælegnað til ung og vaksin.
Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.