Fyrilestur um sluppirnar Immanuel og Lauru verður í kvøld klokkan 19 í miðhøllini í Tofta skúla.
Tað er Páll Kunoy, sum fer at halda fyrilesturin um hesi bæði skipini, sum fórust somu nátt og í sama ódnarveðri á vári í 1932.
Páll Kunoy hevur skrivað fleiri bøkur og skrivar nú eisini bók um hesa hending. Bókin kemur út um stutta tíð.
Umframt fyrilesturin, fer eisini Manskórið í Undirhúsinum á Toftum at syngja nakrar sangir.
Høvið verður eisini til prát, eins og kaffi og køkur verða til fundarfólkið.










