Fríggjadagiin og leygardagin í hesi viku, skipar »Bót til Bata» og FÁ2 fyri upplýsandi og fyribyrgjandi tiltaki í SMS.
Stuðulsbókurin »Bót til Bata» varð stovnaður í oktober fyri 10 árum síðan, og hevur í seinastuni skipað fyri fleiri tiltøkum, fyri at vísa á arbeiðið í hesum tíðarskeiði.
Saman við FÁ2, sum er fakligur áhugabólkur í Sjúkrasystrafelagnum,ið arbeiðir við krabbameins- og AIDS sjúklingum, skipar stuðulsbólkurin fyri tiltakinum í SMS 30. og 31. oktober. Hetta verður seinasta tiltakið í samband við 10 ára dagin.
Nýggj einføld kanning
Í SMS verða básar við ymiskum upplýsandi tilfari, og her verður eisini ein básur, har høvi verður at kunna seg um sjúkua, og fáa upplæring í hvussu kvinnur skulu kanna bróstini.
Til hetta høvi hevur stuðulsbólkurin fingið vitjan av føroyskari sjúkrasystir í Esbjerg, sum í átta ár hevur arbeitt við upplýsing og fyribyrging innan bróstkrabba í Danmark.
Tað er Anna Maria Kristensen, sjúkrasystir. Á tíðindafundi í Krabbameinsfelagnum greiddi hon frá, hvussu tey skipa arbeiðið í Danmark.
Vit læra kvinnurnar, hvussu bróstið er uppbygt, og hvussu tær best kunnu kanna tey, sigur Anna Maria Kristensen.
Í SMS verður møguleiki at læra hetta, eftir einum nýggjum kanningarhátti. Kvinnur kunnu fara inn í ein bás, har tær fáa upplæring. Hetta er ógvuliga einfald kanning, sum ikki krevur langa tíð, eins og tað er óneyðugt at lata seg úr. Kanningin verður gjørd uttan á klæðunum.
Anna Maria Kristensen er við í einum áhugabólki av sjúkrasystrum í Ribe Amt, sum síðan 1990 hevur lært kvinnur at kanna bróstini. Í bólkinum eru átta sjúkrasystrar og ein lækni, sum í frítíðini fara út at tosa við kvinnur um bróstkrabbamein, og hvussu ein kann læra sjálvskanning.
Hetta er týðandi fyribyrgjandi arbeiði, av tí at jú fyrr sjúkan verður funnin, fleiri eru møguleikarnir fyri at fáa heilsubót, sigur Anna Maria Kristensen.
Um útlitini fyri at verða frískur, sigur Anna Maria Kristensen, at tað velst um, hvussu stórur knúturin er, tá hann verður funnin. Er hann tríggjar-fýra cm, eru møguleikarnir ikki so góðir, sum um hann er ein cm.
Við sjálvskanning og mammografi, sum er røntgenkanning, hevur tað víst seg, at fleiri kvinnur koma fyrr í viðgerð, sigur Anna Maria Kristensen.Hon hevur eingi tøl at vísa á, men kann kortini upplýsa, at síðani farið varð undir fyribyrgjandi tiltøkini í Ribe Amt, er støddin av staðfestum knútum farnir úr 27mm, níður í 20 mm.
Talið av tilburðum í Føroyum vaksandi
Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir í Føroya Felga móti Krabbameini, sigur, at umleið 20 tilburðir av bróstkrabba eru árliga í Føroyum og at talið er vaksandi.
Umleið 90 - 95 pst. av knútunum finna kvinnurnar sjálvar, og hóast tað eru fleiri sløg av knútum, og ikki allir elva til krabbamein, so er tað av stórum týdningi, at kvinnur læra at kanna bróstini. Tað gevur eisini tryggleika, tí bangilsi fyri at fáa krabbamein er stórur.
Ein háttur at fyribyrja er at kvinnur læra at kanna síni egnu bróst, soleiðis at møguligir knútar verða funnir so tíðliga sum møguligt.
Harvið minkar eisini møguleikin fyri at kvinnur fáa bróstkrabba, sigur Jansy Gaardlykke.
Spurd hvussu nógvar kvinnur fáa tikið bróstið, um krabbamein verður staðfest, sigur Jónvør Christiansen, limur í »Bót til Bata» at flestu kvinnur - um ikki allar, velja at fáa tikið bróstið.
Tað kemst einamest av, at verður bert knúturin tikin, so skal kvinnan hava geislaviðgerð aftaná. Tað fæst bert í Danmark
Ofta hugsa vit sum so, at tað er ræðandi at fáa staðfest sjúkuna, og um vit eisini skulu fara burtur frá familjuni, so velja vit heldur at bróstið verður tikið.
Oftani er knúturin eisini so stórur, ella situr so illa fyri, at tað ikki ber til at varðveita bróstið.
Kvinnur tryggari um bróstið verður tikið
Hertil kemur at hevur tú fingið staðfest bróstkrabba, so kennir tú teg tryggari, um alt bróstið verður tikið, og ikki bert fyri at sleppa undan at fara burtur.
Tað tekur drúgva tíð at sleppa til, tá ein skal hava geislaviðgerð í Danmark. Ofta er bíðitíðin drúgv, og tá sjúklingarnir at enda sleppa til, tekur tað umleið 14 dagar at fyrireika geislaviðgerðina. Sjávl geislaviðgerðin tekur einar seks vikur.
Tað er leingi at vera burtur heimaífrá, sigur Jonvør Christiansen.
Stuðulsfelagið »Bót til Bata» varð stovnað fyri 10 árum síðan, og tók seg upp millum kvinnur, sum sjálvar vóru viðgjørdar fyri krabbamein í brósti.
Tær hildu aftaná skurðviðgerðina, at stórur tørvur var á, at sleppa at tosa við aðrar kvinnur, sum høvdu verið fyri somu viðgerð, og kanska kundu svara teimum nógvu spurningunum, sum hópaðu seg upp í hesum sambandi. 11 kvinnur eru virkandi í »Bót til Bata».