Temadagur og kjakfundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Mikudagin 26. apríl skipar felagið Sinnisbati fyri stórum temadegi í Norðurlandahúsinum um evnið Fysiskur aktivitetur - fyribyrgjan og viðgerð av fólki við sálarbreki. Í hesum sambandi eru fleiri fyrilestrarhaldarar komnir úr Danmark. Teir eru Jan Svensson, sum er leiðari av ítóttarhúsinum fyri sálarliga sjúk í Keypmannahavnar kommunu og Aksel Graversen, sum er ítróttarsamskipari í ítróttarfelagnum Kæmperne af 1998.
Temadagurin byrjar klokkan 9 og endar kl. 15.30. Hann er í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Millum fyrilestrarevnini eru m.a. tey ráðini, sum Heilsustýrið hevur fyri rørslu tvs. fysiskum virksemi í sjúkrahúsverkinum, eisini nevnt Modelindsats på psykiatriske afdelinger. Síðani eru mong evni á skránni, sum fevna um målrettet leg og idræt som en del af den psykiatriske behandling.
Temadagurin er almennur men tú skal rinda fyri temadagin og er tilmelding á telefon 721236 ella 211016. Eisini ber til at senda teldupost sinnisbati@sinnisbati.fo.
Hóskvøldið 27. apríl verður so uppfylgjandi alment kjak í Miðlahúsinum í Vágsbotni um sama evni. Tann fundurin byrjar klokkan 19 og eru øll vælkomin.