Fyribyrgingarleiðarin ikki bilsin

Rúsevnir eru millum ung og tað í ólukkumát, sigur Sjúrður Johannesen, fyribyrgingarleiðari. Hann samskiftir nógv við ung, og undir fýra eygum fær hann nógv at vita frá teimum ungu. Tí kemur tað ikki óvart á hann, at ein 20 ára gamal maður er dømdur í einum stórum rúsevnismáli í vikuni

Sjúrður Johannesen hevur í mong ár arbeitt í barnaverndini hjá Tórshavnar Kommunu. Hann er sosialráðgevi og arbeiðir í dag sum fyribyrgingarleiðari hjá Bláakrossi.
Hann metir tað vera sera álvarsamt, nú ein 20 ára gamal maður er dømdur fyri at hava tikið ímóti og selt nærum 400 tablettir av ecstasy og 100 gramm av amfetamin.
– Tað álvarsama eg serliga síggi í tí er, at tað eru ung fólk, sum hesin hevur fóðrað, og tí er tað gott at hann nú er tikin, sigur Sjúrður Johannesen.
Hann hevur í mong ár arbeitt tætt saman við børnum og ungum. Hann samskiftir nógv við ung, og undir fýra eygum fær hann nógv at vita. Tí er hann ikki bilsin, nú ein er tikin og dømdur.
– Tað hevur verið væntandi, at onkur bleiv tikin nú. Eg tosi nógv við ung, og eg havi vitað tað leingi, at nógv rúsevni eru í løtuni, sigur hann.