Tað er eingin ivi: Páll Finnur Páll eru klárt best umtókti tónleikabólkur í Føroyum. Teir eru nú vorðnir fast innbúgvi í mest sum hvørjum tí einasta tónleikafestivali í Føroyum, og hava eitt fast fylgi av áhoyrarum, sum koma til hvørja konsert - og at síggja til fær eingin nokk av teimum.
Tíggju minuttir áðrenn Páll Finnur Páll skuldu byrja kl. 00:30 hóskvøldið, var Flags-teltið á tremur. Og táið teir komu á pallin, var fjøldin longu tendrað, og byrjaði næstan at syngja undan. Tey vóru von við Páll Finnur Páll-konsertir: tey vistu júst, hvat fór at koma, og tey vóru klár at taka ímóti. Tíverri var ljóðið rættiliga óklárt, so at alt leyp saman. Tey, sum ikki longu kendu tekstirnar, fingu ikki nógv við av tí, sum sungið var. Men hjá trúgvu fjepparunum gjørdi hetta lítlan mun. Tey vistu júst hvat tey skuldu syngja, og nær tey skuldu syngja tað. Tað var ongantíð neyðugt hjá Finni ella Páll Oddi at dirigera nakað.
Tað sást greitt at tað vóru tvey sløg av sangum: teir nýggju, sum vera á komandi fløguni; og so teir eldru, sum øll kendu. Nakað inn í konsertina segði Finnur at “vit fara nú at syngja ein nýggjan sang afturat; ein, sum verður á komandi fløguni”. Hetta var heilt greitt nakað, sum áhoyrararnir ikki ynsktu at hoyra; eitt skuffað “neeei!” rungaði ígjøgnum teltið. “Jamen tað eru vit noyddir til!” svaraði Finnur umberandi.
Áhoyrararnir vildu heldur hava hinar; teir kendu. Og tey fingu eisini alt tað, sum tey ynsktu og væntaðu sær. Tey fingu sangir sum “Viðurkenning”, “Eg”, “Grannin”, “Mín Russiski Vinur”, “Eg fari mín egna veg”; og allar hinar, sum nú eru vorðnir fólkaogn hjá Føroya ungdómi. Tað var heldur ikki tað stóra ivamálið, hvørji eykaløgini fóru at vera, aftaná at teir vórðu klappaðir uppaftur. “Herbergið” og “Forelskaður Sjónleikari” hoyra líka nógv heima á eini Páll Finnur Páll konsert sum Páll Finnur Páll sjálvir hoyra heima á Summarfestivalinum.
Tað kemur ikki av ongum, at teir hava fingið serstøðu ímillum føroyskan ungdóm. Tey, sum ongantíð høvdu hoyrt teir fyrr, hoyrdu líka væl sum hini, at teir hava sera gott hegni at gera einføld og fangandi løg. Tekstirnir eru hvassir - ofta í so hvassir, metir onkur. Og tað er á føroyskum. Hetta blandið ger, at vøran gongur reint inn hjá føroyskum ungdómi.
Sigast má, at tað eru langt frá øll, sum halda at Páll Finnur Páll eru verdir at lurta eftir. Og ljóðið var ikki meira enn næstbest hetta kvøldið. Men meira enn nakað annað stóð tað eftir hjá mær, at teir eru eitt serstakt fyribrygdi í føroyskum tónleiki. Næstan líkamikið, hvør útlendskur bólkur kemur á føroyskan festival, so verður konsertin hjá Páll Finnur Páll ein tann best vitjaða. Teir eru av sær sjálvum eitt høvuðsnavn. Og tað vitstu fyriskipararnir - eingin orsøk var at hava nakað annað høvuðsnavn hóskvøldið.
Finnur kunngjørdi til endans, at hetta var seinasta konsertin hjá teimum í ár. Næstu ferð teir koma á pall, hava teir givið nýggja fløgu út, segði hann. Kanska eru teir nýggju sangirnir, sum eingin vildi vita av hetta kvøldið, eisini vorðnir vælumtóktir klassikarar til ta tíð. Hvør veit. du hoyrt teir fyrr, hoyrdu líka væl sum hini, at teir hava sera gott hegni at gera einføld og fangandi løg. Tekstirnir eru hvassir - ofta í so hvassir, metir onkur. Og tað er á føroyskum. Hetta blandið ger, at vøran gongur reint inn hjá føroyskum ungdómi.
Myndir: Anton Højgaard