Fyribrigdið Arnstein, annar? og seinasti ? partur

so áhugavert er fyribrigdið heldur ikki

Endamálið við lesarabrævið mínum er nátt. Bróður Arnstein er hoppaður út úr skápinum. Arrogansan er ikki longur latent, men opinberað fyri øllum føroyingum. Og tað er gott, tí í mun til undirritaða, sum eingin kennir ? og Arnstein enntá ikki anaði var til!!! ? er okkara lokali prosameistari hvørsmans ogn. Tíverri, bróður Arnstein, er kvantitetur so sára sjáldan fylgisveinur kvalitetsins?

(Og greinir Arnsteins hava mangan verið langar og brattar sum sjálv Mannbrekka, vistnokk sveinastykkið hjá teknikumverkfrøðinginum, júst heimkomin til okkara meira beskednu klettar?)

Og so skrivar filosofiskt anlagdi fingaraflattarin úr nisjuni á LVF derudad?um substans, øvund, skúlagarðsbríksl, seminaristar, døpur dokument, ábyrgdarleyst landsstýri, fávitskuta fyrisiting ( ája, Niclasen? neyvan hevði ein ávísur nazareari øst seg so; man hann ikki gráta bara eitt lítið sindur onkustaðni úr teimum ovaru luftløgunum, bróður Arnstein)?

Eg skal ikki fara og meta um substansin í illsinisherindum teknikumverkfrøðingsins?. eri jú rættuliga innhabilur. Gerið tit heldur tað, lesarar ?

Men gerið nú ikki fúrsta vitborisins heilt órætt. Maðurin hevur júst avdúkað seg fyri øllum føroyingum. Og tað krevur mót at gera tað? at hoppa út úr skápinum soleiðis?antin mót, ella?

ná, lat tað fara.

Helst hevur hann sveitta ikki so lítið í buttutu verkfrøðinganevum sínum, nú hann ikki rættuliga fekk høvi at vísa sítt suverena meistaraskap í sitataríið. Ábyrgdina av tí má eg taka á meg? skuldi ikki soleiðsnar havt vanhalgað hugnaligu lítlu nisju hansara. Og hann er jú eisini ?kerur? í øllum sínum skúmandi sjálvsrættvísi, er hann ikki?

?Onkur hissini argapirra úr øðrum flokki? er forrestin eitt av ?sakligu? úttalilsunum frá geniala essayistinum, sum eg næstan mundi gloymt.

Tað má nú vera beikst at vera so eyðsýniliga forgapaður í kompetentum fakpersonnagum sum AN er tað, og so verða so himmalrópandi lítið kompetentur sjálvur. Uttan sjálvandi tá tað snýr seg um at skriva lesarabrøv við substansi í!!!

Eg kenni ikki teg heldur, Arnstein Niclasen. Men skal eg meta um tær reaktiónir eg havi fingið ymsastaðni frá ? og tær hava verið nógvar ? so havi eg rakt lukst í ?eyga á tarvinum?.

Ná, men nú má eg heldur gevast. Fyri well. Og aftur traðka inn í endaleysu røðir teirra ókendu. Vit, sum øll eru fyri tí vanlagnu, at Arnstein Niclasen ikki anar, at vit eksistera?..

Lat meg enda ? ógvuliga leysliga ? við lesbisku, amerikonsku yrkjarinnuni Gertrude Stein:

?Ein frikadella er ein frikadella er ein frikadella ? og verður altíð verandi ein frikadella!?


Jens Chr. Carlsson