Fyribilsloysnin hevur nú vart í 32 ár

Men nú heldur landsstýrismaðurin, at tað er umráðandi at finna eina loysn

Tað er umráðandi, at byrgingin um Haraldssund loksins verður gjørd liðug. Tað heldur Heðin Mortsensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Byrgingin varð gjørd í 1986, men hon er ongantíð gjørd liðug og nú hevur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin um nakað røkist fyri, at hendan fyribilsloysnin, sum nú hvur vart í 32 ár, verður gjørd liðug.

 

Heðin Mortensen sigur, at tá ið byrgingin varð gjørd, var ætlanin at gera arbeiðið liðugt seinni, og ein partur av tí var at gera eina siglingarrennu til smábátar.

 

Í 2008 varð ein ætlan gjørd fyri arbeiðnum, men tá varð ætlanin slept um at gera eina siglingarrrennu. Heðin Mortensen sigur, at Landsverk metir, at tað projektið, sum framvegis er klárt, er ein hóskandi loysn og hon er mett at kosta 32 milliónir krónur. 

 

Talan er um ein veg við tveimum breytum og ein breyt til súkklur og fólk til gongu. Afturat tí verða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað umleið ein metur fyri at verja ímóti sjóroki. 

 

Landsverk mælir eisini til at aldukanningar verða gjørdar, áðrenn farið verður í gongd við at gera verkætlanina, fyri at tryggja, at byrgingin er nóg høg. Og Heðin Mortensen leggur aftura, at hann heldur, at tað er umráðandi, at loysn fæst á málinum.