Í tólvta tíma er loysn funnin á ullamóttøkuni, soleiðis at føroyska ullin hevur eitt alternativ til ovnarnar á brennistøðunum. Tí sleppa bøndur, røktingarmenn og onnur nú kortini av við ullina. Væl at merkja, soleiðis at hon kann gagnnýtast, heldur enn at hon verður brend.
– Jú, vit hava í felag funnið eina fyribilsloysn, sigur Árni Brattaberg, sum hevur brúkt síðstu dagarnar til at gera eina seinastu roynd at fáa ullina til høldar.
Fyribilsloysnin byggir á vælvild frá IRF, Búnaðarstovuni og Árna Brattaberg, sum saman við konuni Karin eigur og rekur ullvørufyritøkuna Sirri í Vági, ið síðstu mongu árini hevur tikið ímóti umleið helvtini av føroysku ullini.
Loysnin er í stuttum tann, at IRF setir bingjur upp á níggju ymiskum støðum kring landið, og har kunnu bøndur og onnur lata ullina. Búnaðarstovan tekur sær av allari ráðgeving og vegleiðing til teirra, sum ynskja at sleppa av við ullina. Og sjálvur hevur Árni Brattaberg tikið á seg at pakka ullina, eftir at hon er savnað saman á Búnaðarstovuni í Kollafirði.
Tað kom óvart á tey flestu, tá tað um dagarnar var greitt, at eingin skipað ullamóttøka verður í ár. Átakið dettur niðurfyri, hóast tey flestu eru á einum máli um, at royndirnar í fjør vóru góðar. Í fjør var talan um eitt breitt samstarv millum Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin, IRF, Almannaverkið, ALS og Árna Brattaberg. Royndin fór fram á Búnaðarstovuni, har ullin varð skyld í ymsar flokkar, bæði eftir dygd og liti, áðrenn hon varð pakkað. Búnaðargrunnurin stuðlaði royndarætlanini við 220.000 krónum, og tí vóru eisini pengar til at lata eitt lítið gjald fyri ullina.
Men tá Búnaðargrunnurin gjørdi greitt, at tey fóru ikki at lata fíggjarligan stuðul aftur í ár, steðgaði alt upp. ALS slepti endanum, og brádliga var støðan tann, at eingin var at taka ímóti ull.
– Tað ber ikki til, at føroyska ullin verður tveitt burtur, sigur Árni Brattaberg, sum dúvar uppá ullina sum rávøru fyri framleiðsluna av vørunum hjá Sirri.
Tí tók hann initiativið.
– Hetta er ein fyribilsloysn, soleiðis at tey 300 til 350 fólkini, ið hava seyðahald, fáa ein møguleika at sleppa av við ullina, sigur Árni Brattaberg.
Fyribilsloysnin er eitt alternativ til ovnarnar á brennistøðunum, hvørki meira ella minni. Pengar eru eingir.
– Nei, einki gjald verður latið fyri ullina. Her er eingin stuðul inni í ár, so tí er einki at gjalda við, sigur Árni Brattaberg.
Í fjør lat ALS okkurt um hálva sjeyndu krónu fyri kilo av ull. Pengarnir vóru í høvuðsheitum stuðulin, sum ALS fekk frá Búnaðargrunninum.
TRÝST HER fyri at síggja, hvar og nær tikið verður ímóti ullini.