Sum kunnugt gjørdi landsstýrismaðurin í sínari tíð av at seta arbeiðsbólk, mannaðan við Hans Tryva Teirin, Tóru Tóroddsdóttir og Steintóri Rasmussen at viðgera spurningin um sernámsfrøðiliga virksemið í Føroyum og at skriva álit um tað. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við arbeiði sítt í seinasta lagi 1. oktober 2001.
Landsstýrismaðurin hevur tikið til eftirtektar uppsagnir frá stjóranum í Sernámsdeplinum og leiðaran í Skúlanum í Sernámsdeplinum og gjørt av ikki at lýsa viðkomandi størv leys, fyrrenn oman fyri nevndi arbeiðsbólkur er liðugur við arbeiði sítt og avgerð er tikin um, í hvørjum líki tað sernámsfrøðiliga virksemið skal verða.
Ímeðan eru: Hans Eli Dahl, lesiráðgevi, settur fyribils stjóri í Sernámsdeplinum í tíðarskeiðnum frá 1. febr. 2001 til 31. juli 2002, og Magnus Hansen, serlærari í Vági, er settur fyribils skúlaleiðari í Sernámsdeplinum saman tíðarskeið. Magnus Hansen kann tó ikki byrja í fyribils starvinum fyrr enn mánadagin 5. febr. 2001. Sagt er Hans Eli Dahl um byrjanardagin hjá Magnusi Hansen.