Fleiri av nógvu mynttelefonunum kring landið hava ikki virkað serliga væl síðstu árini, men nú fara nýggjar mynttelefonir at vera settur upp Korttelefonirnar, sum eru kring landið, eru ikki nýtiligar longur, tí at veitarar hava trupulleikar við at útvega telekort.
Tí hevur Føroya Tele síðani síðsta summar arbeitt við at fáa til vega nýggjar gjaldstelefonir.
Arbeiðið at útvega nýggju gjaldstelefonirnar hevur tíverri gingið seinni enn væntað. Hóast Føroya Tele hevur bílagt hesar gjaldstelefonir fyri meira enn einum ári síðani, fáa teir ikki nýggju telefonirnar fyrr enn einaferð seinni í juni mánaði. Hetta er ein trupulleiki, sum eitt nú TeleDanmark eisini hevur mótvegis veitarunum.
Av hesi orsøk hevur Føroya Tele gjørt av at seta nakrar mynttelefonir upp fyribils, har tørvurin er størstur. Fyribils mynttelefonirnar eru setta upp á Farstøðini í Havn, í SMS í Havn og í Kunningarstovuni í Havn.
Mynttelefonir eru tó eisini tøkur á øðrum støðum, so sum á landssjúkrahúsinum og á flogvøllinum.
Nýggju gjaldstelefonirnar, sum skulu koma til landið, taka bæði myntir og gjaldskort. Hesar vera ætlandi settar upp kring landið í juni-juli mánaði.