Eftir at sambandi við flogerðslumyndugleikarnar fór, gjørdist í morgun greitt, at eitt flogfar hjá AirAsia, ávegis Singapore úr Indonesia, varð horvið.
Góðar 42 minuttir eftir, at flogfarið varð farið uppfrá, fór sambandi við flogferðslumyndugleikarnar. Beint áðrenn, at sambandi fór, vórðu boð komin frá flogarinum, at tey vildu fara av upprunaligu kósini, fyri at sleppa undan illveðrið, skrivar tíðindastovan, Circa News.
Síðani í morgun, hava mynduleikar leitað eftir horvna flogfarinum, men enn eru ongar greiðar ábendingar um hvar tað kann vera. Umstøðurnar at halda áfram við leitingini í myrkri eru avmarkaðar, og tískil er leitingin fyribils steðga, men heldur áfram við sólarris.
155 ferðafólk vórðu innskrivaði til ferðina úr Indonesa til Singapore.