Tíðargren úr Sosialinum:
av sjálvstøðugum londum - statum. Tað eru statir, sum hava ein sess við borðið har avgerðirnar verða tiknar. Fáa vit ikki ein sess við borðið, fara avgerðir framhaldandi at vera tiknar uttan um okkum á fleiri økjum. Kanska lýst sum, at tað bara eru tey, sum hava ein sess við borðið, sum fáa eitt bita av køkuni. Ongan sess, onga køku!
Ella sum orðatakið sigur «If you don’t have a seat at the table, you are probably on the menu”
Eg havi mangan í politiska lívinum upplivað kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umboðast antin gjøgnum onnur ella hava fólk við okkum á fundir. Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har okkara Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg.
Hví er neyðugt at gerast eitt sjálvstøðugt land, kann onkur kanska spyrja?
Orsøkirnar eru so mangar. Vit hava gjøgnum árini yvirtikið eina røð av málsøkjum og samstundis minkað blokkin. Tað er trupult at gera fleiri yvirtøkur, tí tær flestu, sum eru eftir, eru knýttar at suverenitetinum.
Tað gerst alsamt truplari at agera sum hjáland. Stórveldini ræða og spjaða. Vanligar reglur eru settar til viks, og tosað verður púra opið um at taka onnur lond. Tí man sær eitt virði í teimum fyri seg sjálv og neyvan fyri tey, sum búgva í landinum. Slík stórmál viðgera statir, tí statir verja hvørjar aðrar og tosa so at siga bert við statir. Hjálondini kunnu vera tikin við upp á ráð og hoyrd, men veruliga samráðingin fer fram gjøgnum statin. Tí er tað ein verja í sjálvum sær at vera sjálvstøðugt land. Og sjálvsagt altíð í samstarvi við onnur lond. Samstarv er ein treyt í heiminum. Tað snýr seg ikki um at vera sjálvstøðugt land og síðan lata seg aftur um seg sjálv, men um at lata upp fyri samstarvi við heimin. Sum nú er gongur okkara samstarv einans gjøgnum eina kanal í Danmark.
Vit hava ríkar møguleikar og stórt tilfeingi bæði frá náttúrunnar hond og so tað menniskjaliga.
Arbeiðsvirknið er stórt og hugflogið enn størri. Sum ein lutfalsliga lítil marknaður hava vit tørv á góðum handilsavtalum. Eisini har er stórur partur av forðanini, at vit ikki eru sjálvstøðugt land. Vit hava t. d. roynt at fáa limaskap í EFTA, men tað hevur ikki eydnast. Vit síggja eisini, hvussu nógv ár og hvussu stórt arbeiði vit skuldu leggja í bara at fáa loyvi at søkja limaskapin í WTO. Nakað, sum átti at verið so sjálvsagt. Vit brúka nógva tíð og orku upp á forðingar, tí vit eru í ríkisrættarligum bondum. Eg hugsi onkuntíð um tað sum tíðina áðrenn fríhandilin í Føroyum. Nær fóru Føroyar at blóma? Tá ið einahandilin bleiv avtikin og vinnan kundi virka frítt. Okkara vinnulív í dag hevur eisini tørv á at virka frítt, og tørvurin á góðum handilssambondum og avtalum er avgerandi. Tjóðarfrælsi fremur vinnufrælsi.
Framtíðin er í Føroyum
Eitt annað høvuðsmál til valið er, at fólk síggja eina góða framtíð fyri sær í Føroyum. At ungfólk og barnafamiljur trívast í Føroyum og vilja búgva her.
Vit missa ein stóran part av ungdóminum á hvørjum ári. Tey leita sær uttanlands at lesa, og stórur partur kemur ongantíð aftur. Somuleiðis manglar okkum uml. 2400 kvinnur í Føroyum. Hetta er okkara høvuðsavbjóðing. Uttan ungfólk og uttan kvinnur er framtíðin fyri hóttafalli. Vit mugu gera eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu vit fáa hesi at trívast og støðast í Føroyum. Tey hava nógv at geva av bæði til búskapin, vinnuna, felagsskapin, mentanarlívið, ja, samfelagið sum heild. Hetta stóra menniskjaliga tilfeingi má ikki gleppa okkum av hondum. Hetta er grundarlagið undir einum haldførum samfelag. At náa hesum krevst eisini, at vit eru eitt fjølbroytt og tolsamt samfelag.
##med2##
Mentan, list og ítróttin
Eitt sterkt mentanar-, listalív og umhvørvi hevur alstóran týdning fyri okkum øll. Sama við ítróttini. Tað er tað, vit savnast um, og tað, sum knýtir okkum saman. Tað knýtir fólk, bygdir og okkum øll í felagsskap og gevur rúm fyri at úttrykkja okkum á ymiskan hátt. Rúm at gleðast, hugsa og reflektera og soleiðis blíva meira tilvitað sum tjóð. Tí eru íløgur í mentan, list og ítrótt avgerandi eisini, fyri at vit vilja búgva her. Úr hesum sprettir sjálv fólkasálin.
Lestrarumhvørvi og skúlaskapur
Somuleiðis er tørvur á at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi. Góða gongdin at skapa fleiri lestrar- og lærlingapláss má raðfestast og halda fram, men okkum manglar eitt veruligt lestrarumhvørvi við góðum lestrar- og lærlingabústøðum, sum okkara ungu hava ráð til. Í komandi valskeiði eigur bygging av lestrarbýlum at fáa hægstu raðfesting. Ungdómurin er bæði okkara nútíð og framtíð. Íløgur í ungdómin er tískil eisini ein íløga í framtíðina í Føroyum.
Skúlaskapur byggir land. Frá fólkaskúla til miðnám til Fróðskaparsetur. Frá Musikkskúla til tekniskar skúlar. Frá háskúlum til heilsuskúla. Frá gransking til serskúlar o.s.fr eiga vit at hava fjølbroytt útbúgvingartilboð til ungdómin. Lívsleiðin er ymisk, og øll eiga rætt til sína hill, fyri soleiðis at mennast og geva sítt íkast til samfelagið.
Føroyar fyri øll er samhaldsfast
Fyri okkum í Tjóðveldi er tað av størsta týdningi, at vit eru eitt samhaldsfast samfelag. At vit áhaldandi gera tað, vit eru ment at fyribyrgja sosialum ójavna. Tess samhaldsfastari vit eru, tess sterkari eru vit. Ein stór fjøld av Føroya fólki er blivin ríkari seinnu árini, men vit hava eisini fólk og bólkar í samfelagnum, sum stríðast við at klára gerandisdagin. Her er neyðugt við átøkum sum t.d. at fyritíðarpensjónistar fáa eftirløn, og at býlisstuðul verður samtyktur. Hesi bæði mál vóru klár, nú val bleiv útskrivað, so tey eiga at takast framaftur.
Hagstovan ger í løtuni eina livikorskanning. Hana skulu vit brúka til at vera miðvís í okkara átøkum fyri at røkka fólki, sum eru sperd fíggjarliga. Serliga sárbær eru børnini og har mugu vit gera meira. Ongi børn eiga at vaksa upp í fátækt ella vána korum.
Bústaðaravbjóðingin
Ein onnur stór samfelagsavbjóðing er bústaðartrotið. Tað man sigast at vera ein samfelagsavbjóðing. Tað eru bæði ov fáir bústaðir tøkir, umframt at tað er so dýrt. Tað er sera trupult hjá ungum at seta búgv. Prísirnir eru himmalhøgir í miðstaðarøkinum, og í fleiri økjum kring landið er nærum ógjørligt at fáa lán. Alt ov fáir leigubústaðir eru eisini til taks. Her er neyðugt við eini røð av átøkum, sum saman kunnu økja um útboði av fleiri bústøðum.
Heimsvindarnir eru ikki lýggir
Nú tað leikar á í heiminum, er tað eyðsæð, at fólk eru stúrin og ótrygg. Hetta ávirkar eisini okkum. Angist og stúran er í mongum heimum. Tí krevur tað eisini av okkum, at vit halda fast í fólkaræðisligu virðunum og hjúkla um hesi virði, sum als ikki eru ein sjálvfylgja. Uttan úr heimi er mótstøða móti fleiri av demokratisku virðunum sum javnstøða og javnrættindi, rættindi hjá minnilutum, rættindi hjá fólki, sum bera brek, og tolsemið er minkandi. Hetta merkist eisini hjá okkum. Lat okkum vera eitt fólk, sum ber boð um lýggjar vindar, so øll kunnu trívast og mennast í Føroyum.
Gott val fyri teg, meg og Føroyar
Sirið Stenberg
forkvinna í Tjóðveldi












