Fyri seinastu ferð, Jan

Fyrst vil eg takkað tær fyri tey rósandi orðini um mítt virksemið á Christiansborg sum heild :-)

Men so blívur tú við at siga, at eg havi spurt stjórnina um hvat føroyingar kunnu, og nú enntá eisini at eg havi roynt at “umvenda forsætisráðharran og meirilutan av fólkatinginum, til loysingarfólk”.

Tað nyttar ikki at halda fram at endurtaka hetta, tí tað er ikki beint, Jan.

Ein flokkur og stjórnarleiðarin førdu fram sjónarmið á fólkatingi um Føroyar og donsku grundlógina, sum eru skeiv. Tí tók eg spurningin upp, greiddi frá hvussu veruleikin er, og spurdi um forsætisráðharrin ásannar henda veruleika. Eg havi ikki biddað um nakað ella spurt um loyvi til nakað.