Fyri mær hendi tað bert einaferð

Hin tá 11-12 ára gamli drongurin gjørdist ovfarin, tá tann nú suspenderaði politisturin bjóðaði honum upp í bilin at koyra hann heim. Tað var kortini ikki heim, at leiðin gekk

- Hann rørdi ongantíð við meg, tað má eg sláa fast.
Tað sigur tilkomni maðurin, ið annars einki hevur ímóti at siga sína søgu um suspenderaða politistin.
Tað regnaði illa hetta kvøldið, og tí gjørdist drongurin fegin, tá tann umleið 20 ára gamli maðurin bjóðaði sær at koyra dreingin heim. Tann nú vaksni maðurin varnaðist, at bilurin »var fullur av pornobløðum, men ikki tað vanliga slagið, so vítt eg minnist«, sum maðurin orðbar seg.
Hin um 20 ára gamli steðgaði bilinum og hjálpti síðani sær sjálvum, og heitti á dreingin um at hjálpa til.
- Men eg segði so kortanei, greiðir tann nú vaksni maðurin frá.
Tað munnu vera um 30 ár síðani hesa hendingina, sum eisini var einasta ferðin, at hesin maðurin varð útsettur fyri slíkum.
- Tú visti ikki so nógv tá á døgum. Tað einasta eg minnist er, at vit smádreingir ávaraðu hvønn annan ímóti at fara biltúr við hesum unglinginum, sigur maðurin.
Hann sigur, at hann hevur hoyrt, hvat unglingin hevði útsett genturnar fyri, og hann visti eisini um fleiri aðrar ungar dreingir, sum høvdu verið úti fyri tí sama sum hann.
- Eg minnist, at hesin unglingin var ógvuliga illsintur, og vit argaðu hann av teirri orsøk. Eg minnist eisini, at tá hann so umsíður setti meg av uttan fyri heimið hjá okkum, lovaði hann at »knúsa meg sundur«, um eg nakrantíð fortaldi um tað, sum var farið fram í bilinum, sigur maðurin.

Eigur at standa fram
Hesin maðurin, sum Sosialurin hevur tosað við, er ikki ein av teimum, ið hevur verið avhoyrdur í málinum.
- Men hevði eg verið tað, hevði eg vent kanónuni móti politinum sjálvum og spurt, hvussu hesin unglingin kundi sleppa at læra til politist við tí syndarregistari, sum hann hevði, sigur maðurin.
Hann sigur seg vita, at fleiri innan fyri politiið kendu til søguna hjá nú suspenderaða politistinum. Og tí undrar tað hann, at eingin nakrantíð hevur sagt nakað.
- Eg fegnist um, at málið nú at enda kemur fram í fjølmiðlunum, tí tað kann virka sum ein ávaring ímóti øðrum, ið hava somu lystir. Teir kunnu ikki kenna seg vísar í, ikki at verða hongdir út í miðlunum, sigur maðurin.
Honum tykir synd í konu og børnum, tí tað eru tey óseku, tað gongur út yvir.
- Tað hevði sømt seg betri hjá honum at staðið alment fram og greitt frá tí, hann hevur gjørt. Stutt sagt lagt kortini á borðið, sigur maðurin.
Sambært manninum royndi unglingin í sama umhvørvi.
- Alt tað, eg havi hoyrt um, er tað innan fyri familjuna, at unglingin gjørdi seg inn á smádreingir og smágentur. Í hvussu er í allarflesetu førum, sigur maðurin, ið kortini má ásanna, at hesar gerðirnar eru fyrnaðar, og tí er sannlíkt, at suspenderaði politisturin ongantíð verður revsaður.