Fyri fyrstu ferð í 24 ár: VÍF fer at royna seg í Europa Cup

Mansliðið hjá VÍF var seinasta við í Europa Cup í 1998

VÍF hevur í kvøld sent út tíðindaskriv, har felagið boðar frá, at fyri fyrstu ferð í hesari øldini fer besta mansliðið at kappast í Evropa: - Mansliðið hjá VÍF fer nú aftur at royna seg í evropeiskari kapping. Fyri fyrstu ferð í 24 ár verður VÍF millum liðini í Evropa Cup.

 

Ingi Olsen var ein av lyklaspælarunum, tá vestmenningar seinast royndu seg í Evropa. Nú er hann partur av nevndararbeiðinum í felagnum, og hann sigur, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru longu komnar væl áleiðis.

 

- Luttøkan í Evropa er ein virðismikil partur av teimum fyrireikingunum, sigur hann.

 

Ingi heldur tað hava týdning, at spælarar eisini fáa størri og øðrvísi avbjóðingar.

 

- Spælararnir tráa eisini eftir at fáa aðrar uppgávur og at fáa seg royndar í Evropa, og vit fegnast um, at hetta nú aftur ber til, sigur hann.

 

Mansliðið hjá VÍF var við í Evropa Cup í 1997 og 1998. Fyrru ferðina var mótstøðuliðið rumenska Dinamo Bukarest. Báðir dystirnir vóru spældir í Vestmanna. Vestmenningar vunnu seinna dystin, men taptu samanlagt. Árið eftir tapti VÍF báðar dystirnar fyri finska HC Dennis.

 

Lutakastið verður miðskeiðis í juli, og tá fæst at vita, hvørjum VÍF skal spæla ímóti. Skrivar VÍF í tíðindaskrivinum.