Fyri fyrstu ferð eru vit favorittar í einum EM-undankappingardysti

Føroyska manslandsliðið hevur verið favorittur í HM-undanundankappingum hjá veddingarfyritøkunum, men aldrin í einum EM-undankappingardysti

Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti týdningarmesta landsdystin nakrantíð.

 

Talan er um EM-undankappingardystin móti Ukraina frammanfyri 1.800 áskoðarum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroyska manslandsliðið hevur í onkrum hendinga dysti í einari HM-undanundankapping verið favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum. Men vit hava aldrin verið favorittur í einum dysti í einum EM-undankappingarbólki, tí vit hava havt leiklutin sum lægst styrkismetta liðið í bólkinum.

 

Fyrrapartin í dag eru tey fyrsta oddsini komin upp á dystin millum Føroyar og Ukraina, og hesaferð eru Føroyar ein lítil favorittur.

 

Miðaloddsini higartil upp á føroyskan sigur eru 1,62. Miðaloddsini upp á ukrainskan sigur eru 2,85.