Fimti FM róðurin er á skránni seinnapartin ídag. Tá verður kappast á Vestanstevnu, sum í hesum døgum er í Miðvági. Barnaróðurin verður klokkan 13, og klokkan 15 verður farið undir hinar kappróðrarnar.
Sammett við hinar fýra kappingarnar, sum hava verið í summar, so verður tað øðrvísi á Vestanstevnu á tann hátt, at har verður bara kappast á 1000 metra málinum. Undanfarnu ferðirnar hava 10-mannaførini kappast á 2000 metrum í Hósvík og Fuglafirði og á 1500 metrum í Klaksvík og á Tvøroyri, og 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum hava kappast á 1500 metrum.
At siga, at málið í Miðvági er 1000 metrar, er ikki heilt rætt, tí teinurin er stívliga 960 metrar frá grótkastinum og inn móti sandinum.
Tríggjar manningar hava higartil vunnið allar róðrarnar. Um tað eydnast teimum at vinna aftur í dag, so verður rættuliga stutt til FM heitið. Talan er um 6-mannafarið hjá miðvingum, Riddaran, við monnum, um 8-mannafarið Argjabátin, og um 10-mannafarið Klaksvíking.
Í kappingini millum 10-mannaførini hevur Vestmenningur allar fýra ferðirnar roynt at givið klaksvíkingum kapping. Spenningur er um, hvussu tað nú fer at hilnast, tá ið teinurin verður 1000 metrar, og tá ið Klaksvíkingur hevur skift tveir menn út. Veteranarnir Martin Venned og Svein Rógvi Nielsen vera við í dag. Teir loysa Debes Christiansen og Jákup Hansen av. Hesir báðir seinast nevndu eru farnir út aftur at sigla.
Veðrið er av tí fagrasta: 1-2 metrar um sekundið av útsynningi, 12 hitastig og skýggjað loft.
KL 13
Barnaróður gentur
05 Havfrúgvin
06 Jallurin
07 Hulda
08 Royndin Fríða
09 Blikur
10 Ørnin
11 Tambar
12 Pílur
Barnaróður dreingir
05 Havfrúgvin
06 Frúgvin
07 Fípan Fagra
08 Firvaldur
09 Spógvin
10 Junkarin
11 Tambar
12 Silja
KLOKKAN 15
5-mannafør dreingir
02 Firvaldur
03 Pílur
04 Fípan Fagra
05 Teistin
06 Sílið
07 Blikur
08 Jallurin
09 Royndin Fríða
10 Havfrúgvin
11 Erla Kongsdóttir
12 Drekin
13 Svanur
14 Frúgvin
15 Sandingur
16 Tjógvin
6-mannafør kvinnur
07 Herningur
08 Gongurólvur
09 Hvessingur
10 Jarnbardur
5-mannafør kvinnur
06 Falkur
07 Beinta
08 Jallurin
09 Junkarin
10 Blikur
11 Teistin
6-mannafør menn
06 Tvørabáturin
07 Skúgvur
08 Lómur
09 Riddarin
10 Smyril
11 Gongurólvur
12 Húsfrúgvin
5-mannafør gentur
06 Teistin
07 Spógvin
08 Erla Kongsdóttir
09 Hvassi
10 Beinta
11 Sílið
12 Ørnin
8-mannafør
07 Miðvingur
08 Ørvur
09 Argjabáturin
10 Nevið Reyða
11 Kvívíkingur
Old Girls
10-mannafør
08 Vestmenningur
09 Klaksvíkingur
10 Hoyvíkingur










