Helgi Abrahamsen
Í Dimmalætting tann 6. september setti eg ein spurning til Stjórnarskipanarnevndina og Amnesty International, Føroya deild. Orsøkin til spurningin var, at forkvinnan í Amnesty International, Føroya deild, hevði verið alment frammi við eini áheitan á politikararnar um at taka rættindini hjá teimum samkyndu við í komandi stjórnarskipanarlóg, og formaðurin í stjórnarskipanarnevndini hevði sagt við Útvarp Føroya, at spurningurin skuldi takast upp í nevndini.
Eg spurdi tí, hvat Amnesty International og stjórnarskipanarnevndin hildu um fosturtøkuspurningin. Tí um tað er so umráðandi at fáa rættindi hjá samkyndum við í eina komandi stjórnarskipanarlóg, so er tað ikki annað enn náttúrligt, at tað eisini fær pláss í somu lóg, at frí fosturtøka skal ikki kunna vera loyvd í Føroyum. Tað kann ikki bera til, at spurningurin um kynsligan samleika, skal hava størri týdning í føroyskari lóggávu enn rætturin til at verða føddur.
Svarið frá Amnesty International
Amnesty International, Føroya Deild svaraði spurninginum longu 8. september. Svarið er sakligt, og tað vísir, at hóast felagsskapurin hevur eina greiða støðu viðvíkjandi teimum samkyndu, so hevur hann í løtuni onga støðu til spurningin, um ein einsamallur føroyingur skal kunna taka avgerð um, hvørt ein annar føroyingur skal fáa loyvi til at verða føddur ella ikki. Amnesty vísir á, at spurningurin er viðkvæmur og samansettur, og tí má hann viðgerast nágreiniliga. Málið verður tikin upp á altjóða aðalfundi í 2007.
Hóast eg undrist á, at ein felagsskapur, sum hevur til aðalmál at stríðast móti øllum mismuni, onga støðu hevur til henda álvarsama spurning, har mismunurin er í hásæti, so gleðir tað meg kortini at frætta, at arbeitt verður við málinum, og eg takki fyri svarið.
Eg gangi út frá, at tá avtornar fer rætturin til at verða føddur at hava minst líka stóran týdning fyri Amnesty International, sum rætturin hjá samkyndum at arva hvønn annan, og at felagsskapurin til ta tíð fer at krevja, at hesin rættur eisini fær pláss í stjórnarskipanarlógini. Alt annað vildi verið púrasta burturvið.
Svarið frá Stjórnarskipanarnevndini
Formaðurin í Stjórnarskipanarnevndini svaraði spurninginum tann 21. september. Í svarinum sigur hann, at spurningurin um fosturtøku verður tikin upp til viðgerðar í Stjórnarskipanarnevnini, og tað er eitt svar, sum eg eri nøgdur við.
Nógv orka er løgd í arbeiðið at gera eina stjórnarskipanarlóg, og tað hevur stóran týdning fyri arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini, at funnar verða orðingar, sum so stórur partur av Føroya fólki sum til ber (helst øll) kunnu taka undir við. Men eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at tað at taka spurningin um skrásett paralag o.l. við í lógina, er tann vissi vegur burtur frá teirri breiðu semjuni. Men skal hesin spurningur kortini fáa pláss í stjórnarskipanarlógini, so verður eisini neyðugt at taka aðrar etiskar spurningar, sum til dømis fosturtøkuspurningin við.
Samanumtikið vil eg takka Amnesty International, Føroya Deild og formanninum fyri Stjórnarskipanarnevndini fyri, at tey vildu svara mínum spurningi, og at báðir partar siga seg fara at viðgera málið.
Eg vil fasthalda, at tað nyttar lítið at vinna rættindi til kynsligan samleika, vernd máti niðrandi úttalilsum og arvarætt, um tú ikki fyrst kanst fáa tryggjað tær rættindini til at verða føddur.