Fyri 60 árum síðani: Heimsins skitnasti býur

Havnin – eftir ólavsøku í 1953: Eftir ólavsøku fyri 60 árum síðan hevur ein, ið nevnir seg "Hans, ið var uttanlands" eitt hjartasuff í Dagblaðnum tann 7. august 1953. Maðurin hevði verið uttanlands og sæð, hvussu reint og ruddiligt alt var har.

 

At ein túrur gjøgnum býin beint eftir ólavsøku fellir honum í eyguni, er onki at siga til. Í dag verður alt ruddað av vegnum beinanvegin. Í dag hava vit sópingarmaskinur, sum byrja tíðliga um morgunin at rudda býin.

 

Dagblaðið 7. august 1953:

 

»Eg gekk mær ein dagin niðaneftir – komin niðan um brúnna oman fyri Sjónleikarhúsið sá eg, at eisini henda gøtan var skemd av óruddi. Og til stuttleika kannaði, eg hvat tað var fyri órudd, ið mest var at síggja. Har vóru pappír uttan av karamellum, appelsinskøl og pappír uttan av appelsinum, bananskøl, handtak av íspinnum og íspinnapappír, einstakir tómir pappírposar, tómir sigarettpakkar og tubbakspakkar - ja, har var tað mesta. Við øðrum orðum, um nú tey hundraðtals fólk, sum gingu hendan vegin á ólavsøku, ikki høvdu tveitt hetta óruddið frá sær, hvar sum helst, so var einki órudd.

 

Summastaðni niðri í býnum hanga kurvar til órudd, men beint undir teimum liggur órudd, sum fólk hava tveitt frá sær. Og sum gøturnar sóu út aftaná ólavsøku! Tað er skomm fyri býin.

 

Útlendingar, ið koma higar, taka til, hvussu skitin og órudduligiur býurin er. Og hetta er ikki neyðugt. Teir, sum halda býin reinan, gera óivað eitt gott arbeiði, men teir kunnu yvirhøvur ikki koma upp undan, uttan at fólkið hjálpir teimum. Fólk, sum selja tílikt sum íspinnar o.l., áttu í hvussu er at sópað fyri sínum egnu durum. Annars er tað óskiljandi, hví ikki tann reglan verður sett í gildi, at hvør húsaeigari heldur gongubreytina reina framman fyri sínum egnu húsum, í minsta lagi sópar óruddið saman í ein dunga, sum so gøtusópararnir kunnu heinta.

 

Her má gerast nakað, um ikki Havnin skal fáa orð á seg fyri at vera óruddiligasti býur í heiminum.

 

Hvussu so við teimum saniteru viðurskiftunum? Einasta hampuliga pláss er hitt sonevnda "Fredens- borg", øll hini almennu støðini eru so ræðulig, at tað er stór skomm.

 

Og so verður sagt, at alt sær so ófantaligt út, tí at fólk ikki lata tað í friði. Tað er ivaleyst rætt, men tað er við hesum sum við óruddinum, at vit kunnu ikki lata tey ófantaligu og illgjørdu ráða, tað má haldast fram við at seta tað í stand, sum verður brotið, at reinsa tað sum verður dálkað, til fólk hava lært at virða reinføri. Men tað sama sum kann sigast um býin, kann eisini sigast um tey almennu støð, har fólk koma saman í Havn, allastaðir er skittføri tað, sum fellur íeyguni. Gerið nakað við tað!

 

Hans ið var uttanlands.«

 

---

 

Leggjast kann afturat, at Havnin fekk sína fyrstu feiimaskinu í 1968. Hon var á stødd við tær smæstu, sum kommunan hevur í dag, men neyvan eins effektiv.

 

Dagblaðið skrivaði soleiðis um fyrstu feiimaskinuna hjá Tórshavnar kommunu:

 

»Verro-City sópimaskinan arbeiðir eftir Verro prin- sippinum, t.v.s. at sópingin er luftdrivin (pneumatisk). Hon sópar 2,5 - 12 km um tíman, ella upp til 20.000 fermetrar um tíman. Samlaða vegalongdin i Havn er ca. 50 km, hetta svarar til ca. 200.000 fermetrar. Roknast kann við, at sópimaskinan røkkur um allan býin tvær ferðir um vikuna.«