Tíðindablaðið Sosialurin skrivar tann 24. mars 1990 at gøturnar í fleiri nýggjum býlingum á Havn hava fingið navn.
Eftir uppskoti frá gøtunavnanevndini samtykti Tórshavnar býráð hóskvøldið fleiri nýggj gøtunøvn.
Í býlinginum Eystan Gil eita gøturnar Gillagøta, Guttormsgøta, Ísaksgøta og Jóansgøta. Vegurin á trøðni hjá Heðini Samuelsen við Marknagilsvegin hevur fingið navnið Dánjalstrøð eftir Dánjali í Horni, sum legði trøðna inn. Raðhúsini sum Høgni Mikkelsen byggir við Varðagøtu standa nú í Varðabyrgi.
Nóatún verður nú ikki bert navnið á skaldsøguni hjá Williami Heinesen. Orðið Nóa er skilt við orðið navigatión. Soleiðis ber tað til, at økið við Fiskirannsøknarstovuna, Náttúruvísindadeildina og Føroya Sjómansskúla skal eita Nóatún.
Blaðið skrivar eisini, at býráðið hevur samtykt, at Smiðjan hjá Anfinni Debess í Havn skal gera 100 ruskíløt, sum skulu seta upp kring býin.
Kelda: Sosialurin 24. mars 1990