Tað er 18. ferð, at Tjóðveldi ger av at stilla upp til fólkatingsval. Í kvøld hevur Tjóðveldi hildið eyka floksting, har støða skuldi takast til, um flokkurin skuldi stilla upp til fólkatingsvalið komandi, og um so var, hvussu stillast skuldi upp og eisini hvørji høvuðsmálini í valskránni skulu verða.
Á skránni var eisini framløga, har Magni Arge, fólkatingsmaður, greiddi frá virkseminum hjá Tjóðveldi á Fólkatingi hesi skjótt fýra árini har Tjóðveldi hevur havt sæti á Fólkatingi
– Rættiliga nógv fólk møttu til eykaflokstingið. Lívligt orðaskifti og nógvir spurningar vóru eisini um arbeiðið hjá flokkinum á Fólkatingi, og um støðuna hjá flokkinum til spurningin, um stillast skal upp til Fólkatingið, skrivar Tjóðveldi um fundin.
– Eftir lívligt og gott kjak samtykti eykaflokstingið at Tjóðveldi skal stilla upp til komandi fólkatingsval. Samstundis varð heimild givin aðalstjórnini hjá Tjóðveldi at gera av, hvussu stillast skal upp, í samráð við økisfeløgini at gera av hvørji og hvussu nógv valevnini skulu vera, at gera valskránna lidna og at annars skipa øll praktisk viðurskifti, sum eru í samband við uppstilling fólkatingsvalið.
Tjóðveldisflokkurin stillaði fyrstu ferð upp til fólkatingsvalið í 1960, men fekk ikki umboð valt. Á komandi fólkatingsvalunum í 1964, 1966, 1968 og 1971 stillaði flokkurin ikki upp. Men tað hevur hann gjørt síðani.
Í 1973 og 1975 var Erlendur Patursson, floksformaður, valdur á Fólkating. Men hann fall fyri Paula Ellefsen úr Sambandsflokkinum í 1977. Síðani 24 ár til Høgni Hoydal fyrstu ferð varð valdu rí 2001, 2005 og 2007. Hann fall á valinum í 2011, men varð afturvaldur á seinasta fólkatingsvali í 2015. Høgni Hoydal hevur sagt seg frá sum fólkatingsmann, og tí eigur næsti maður á listanum, Magni Arge, sessin. Hetta varð gjørt fyri at Magni Arge skuldi kunna fáa farloyvi í Fólkatinginum fyri at røkja løgtingssessin, sum hann er valdur í.
Hesi fólkatingsval hevur Tjóðveldi stillað upp:
1960 einki umboð
1973 Erlendur Patursson
1975 Erlendur Patursson
1977 einki umboð
1979 einki umboð
1981 einki umboð
1984 einki umboð
1987 einki umboð
1988 einki umboð
1990 einki umboð
1994 einki umboð
1998 einki umboð
2001 Høgni Hoydal
2005 Høgni Hoydal
2007 Høgni Hoydal
2011 einki umboð
2015 Høgni Hoydal
2019 –