Fyri 10 árum síðani: Hassj floymir inn yvir landið

– Ólavsøkuaftan varð enn ein hassjfongur hjá tollvaldinum – hetta er triðji stóri fongurin innan ein mánað. Samstundis varð ein heldur óvanligur smugliháttur avdúkaður, skrivaði Sosialurin hendan dagin í 2003:

 

»Mánadagin, ólavsøkuaftan, varð ein 31 ára gamal maður ákærdur fyri at hava flutt 3,283 kilo av hassji inn til Føroyar.

 

Hann varð varðhaldsfongslaður, men kærdi dómin fyri Landsrættin, ið síðan hevur staðfest dómin. Tann 31 ára gamli situr nú í isolatión, og skal sita í 14 dagar tilsaman.

 

Sama dag, 28. juli varð eisini ein útlendingur frá Sveis, sum var á veg til Íslands tikin við fimm grammum av marihuana. Hann varð burturvístur, við boðunum um, at hann ikki kann koma inn aftur í landið komandi árið.

 

Í seinastuni hevur tollvaldið havt úr at gera, og tey knapt 3,3 kiloini av hassji eru triði stóri fongur innan ein mánað. Tilsaman er hald lagt á yvir 40 kilo av hassji frá ferðafólki, sum eru komin við Norrønu í einum tíðarskeiði, sum eitur knapt ein mánaði.

 

Tann 24. juni var ein dani tikin við 20 kilo av hassji, og nakað seinni varð ein maður, sum var á veg til Íslands, tikin við 19 kilo av hassji. Enn er einki nýtt um, nær nakað víðari hend- ir viðvíkjandi teimum.

 

Blakað fyri borð

Líkt er til, at tollvaldið við fonginum mánadagin avdúkaði ein sera óvanligan framferðarhátt hjá smuglarum, ið flyta hassj til Føroya.

 

Av tilvild sá ein persónur, ið kom fram við keiøkinum okkurt liggja og flóta uttan fyri grótkastið við nýggju keiina, og ein speedbát sigla rundanum.

 

Viðkomandi helt, at hetta sá sera løgið út og setti seg í samband við tollvaldið, sum so stóð fyri manninum, tá hann kom í land í speedbátinum.

 

Tað vísti seg, at maðurin í speedbátinum var tann sami, sum hevði verið fyrstur í land av Norrønu. Hann hevur eftir øllum at døma kastað eina tasku við umleið 3,3 kilo av hassji fyri borð, og hevur síðan skundað sær í land og í ein bát eftir taskuni.

 

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, vil ikki siga um hetta merkir, at ein týdningarmikil háttur at flyta hassj inn til Føroya er avdúkaður. Av tí at rættarsakin er fyri afturlatnum hurðum, vil hann ikke geva nakra viðmerking, annað enn at hann váttar, at 31 ára gamli maðurin er tikin við 3,3 kilo av hassji 28. juli.«