Seks dystir vóru á skránni í gjár í EM-endaspælinum í manshondbólti, sum í hesum døgum er í Danmark, men undan gjárdegnum var longu greitt, hvørjir tríggir av fýra hálvfinalistum vóru. Hesi liðini vóru Danmark, Spania og Frankaríki.
Tí var størsti spenningurin um dystin millum Pólland og Kroatia, ið bæði kundu spæla seg víðari, men sum Kroatia at enda vann 31-28.
Hoyr Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari hjá Rás 2, greiða frá seinastu dystunum í miðumfarinum, við at trýsta á pílin undir myndini.
Tískil eru semifinalistarnir í EM-endaspælinum í hesir: Danmark, Spania, Frankaríki og Kroatia.
Semifinalurnar eru hesar:
Spania – Frankaríki, fríggjadagin klokkan 17.30
Danmark – Kroatia, fríggjadagin klokkan 20.00
Hálvfinalurin verða spældar í morgin, tá Frakland og Spania spæla klokkan hálvgum seks og Danmark og Kroatia klokkan hálvgum átta.
Fyrr um dagin, klokkan trý, spæla Ísland og Pólland um fimta plássið.