Fýra stórir favorittur - Bara ein opin dystur í Fuglafirði

Veddingarfyritøkurnar hava HB, KÍ, B36 og Víking sum stórar favorittar til at vinna sínar dystir

Seinnapartin klokkan 15 verður 25. og triðseinasta umfarið í Betrideildini hjá monnum avgreitt.

 

Altjóða veddingarfyritøkur vænta bara ein javnan dyst millum ÍF og EB/Streym í Fløtugerði í Fuglafirði.

 

Í hinum fýra dystunum hava veddingarfyritøkurnar ein stóran favoritt. Oddsini tala greitt fyri, at HB vinnur á TB við Stórá í Trongisvági, KÍ vinnur á AB inni í Vika á Argjum, B36 vinnur á 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn, og Víkingur vinnur á B68 á Svangaskarði á Toftum.

 

HER eru miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum upp á teir fimm dystirnar:

 

##med2##