Fýra russiskir herovastar hava latið lív í Ukraina

- Tað er ikki óvanligt, at heryvirmenn gerast mál í einum kríggi, men tað er undrunarvert, at russiski herinum ikki megnar at verja sínar heryvirmenn, sigur norskur hernaðarráðgevi.

Higartil í krígnum hevur Ukraina beint fyri fýra russiskum herovastum, síðan Russland gjørdi innrás fyri stívliga trimum vikum síðan.

 

- Hetta er rættiliga serstakt, sigur norskur hernaðarráðgevi, sum undrar seg yvir, at tað ikki hevur eydnast russiska herinum at vart sínar ovastar betur. 

 

Mikudagin varð russiski heryvirmaðurin, Oleg Mitjajev, dripin í bardøgum. Sambært ukrainskum myndugleikum var hetta hin fjórði herovastin í røðini, sum læt lív.

 

- Tað er óvanligt, at so nógvir herovastar eru so frammarlaga á hermótinum og tískil eru so sárbarir í krígnum, sigur hernaðarráðgevin, Per Erik Solli, við norska Dagbladet.

 

Longu hin 28. februar læt hin fyrsti russiski heryvirmaðurin lív. Tað var generalmajorurin, 47 ára gamli, Andrej Sukhovetskyj, sum doyði í bardaga. 

 

Sukhovetskyj er avgjørt hin mest høgtstandandi russiski herleiðarin, sum er deyður í krígnum í Ukraina, skrivar Independent.

 

##med2##

 

Sambært ukrainska verjumálaráðnum læt 44 ára gamli, Vitalij Gerasimov, lív hin 7. mars í býnum, Kharkiv.

 

Hin 11. mars skrivaði ukrainska verjumálaráðið á Tvitter, at russiski herovastin, Andrej Kolesnikov, eisini hevur latið lív í krígnum.

 

Oleg Mitjaev er hin fjórði, sum er deyður í Ukraina, og sambært ukrainskum keldum læt hann lív nærindis býnum, Mariupol, um dagarnar.

 

Umframt herovastarnar, hava ukrainskir hermenn eisini gjørt av við bæði obertar og obertloytnantar, og hetta heldur hernaðarráðgevin, Per Erik Solli, vera undrunarvert. 

 

- Tað er ikki óvanligt, at heryvirmenn gerast mál í einum kríggi, men eg undri meg yvir vantandi evnini hjá russiska herinum at verja sínar leiðarar í krígnum.

 

 

 

47 ára gamli, Andrej Sukhovetskyj, sum var generalmajorur í russiska herinum.