Fýra nýggj nøvn við Brúnna

Tónleikafestivalurin Við Brúnna nærkast, og nú hava fyrireikararnir slept fýra nøvnum afturat.

Við Brúnna heldur áfram við at kunngerða nøvn til stóra tónleikabrakið leygardagin tann 11. juli á Oyrarbakka. Í dag verða 4 nøvn afturat kunngjørd. Hesi eru: Maria á Lakjuni, Bacon, Butterflies og Norrøna Dansband.

 

Maria á Lakjuni úr Fuglafirði kemur við egnum bólki at framføra við Brúnna. Hon gav í 2014 út fløguna "Vøkur er verðin” við millum annað lagnum ”Sum eitt summar”. Hon er í holt við at fyrireika nýggja fløgu.

- Maria, sum er 13 ára gomul, er serliga vælumtókt sum sangari millum børn í skúlaaldri, og tá talan er um glaðan popptónleik, er einki til hindurs fyri, at vaksin eisini kunnu njóta at hoyra hana framføra sín tónleik, skriva fyrireikararnir.

 

Bacon, ein av teimum lokalu bólkunum úr Sundalagnum, sum vóru í vælmaktini í 80'unum, koma aftur at framføra við Brúnna í ár, nú teir fyrireika nýggja fløguútgávu. Tey 8 løgini frá kasettubandinum teir góvu út í 1986, verða útgivin á nýggjum, saman við 4 ongantíð áður innspældum løgum hjá teimum úr 80'unum.

 

Butterflies er ein nýggjur lokalur bólkur, mannaður við ungdómi úr Sundalagnum, og er sprottin úr umhvørvinum í ungdómshúsinum ”Garnhúsið” á Oyri.

- Tey høvdu eina vældámda framførslu á tiltakinum í fjør, og spennandi verður at hoyra, hvat tey hava at bjóða uppá í ár, skriva fyrireikararnir.

 

Og til seinast, so fer Norrøna Dansband aftur í ár at spæla til dans í Eydnuni aftan á midnátt.