Fýra norskir skíðrennarar funnir deyðir

Fýra menn, sum hvurvu á skíðferð í Noregi mánadagin, vórðu í morgun funnir deyðir.

Teir fýra vóru farnir á skíðferð í Sunndalsfjella saman við tveimum feløgum. Seinnapartin mánadagin boðaðu tveir av monnunum frá, at hinir fýra vóru ikki komnir afturíaftur.

 

Vánalig líkindi og vandin fyri skalvalopi darvaðu leitingini nógv, og ikki fyrr enn í lýsingini í morgun kundi ein tyrla flyta bjargingarfólk til økið. Tey komu rættiliga skjótt fram á líkini av trimum av monnunum, og fyrrapartin boðaði løgreglan frá, at bjargingarfólk høvdu funnið líkið av tí fjórða manninum. 

 

Menninir vóru millum 20 og 40 ára gamlir.