Fýra milliónir fólk eru nú deyð við covid-19

Meðan vesturheimurin linkar tilmælini, stendur illa til í fleiri asiatiskum og afrikanskum londum

Nú eru meira enn fýra milliónir fólk deyð við covid-19 smittuni.

 

Tað upplýsir Heimsheilsustovnurin WHO.

 

Tølini verða kunngjørd, samstundis sum leiðarin í WHO ávarar um gongdina í heiminum. Vesturheimurin letur alt meira upp, meðan eitt nú fleiri asiatisk og afrikansk lond hava stórar trupulleikar av koronusmittuni.

 

Tedros Adhanom Ghebreyesus finnist at londum, sum leggja koppingarevni í stórum tali inn undir seg og lata sum um, at heimsfarsóttin er av, samstundis sum aðrir partar av heiminum eru í stórari neyð av covid-19.

 

Eitt av hart raktu londunum í løtuni er Indonesia, har covid-19 deyðstalið er tíggjufaldað seinasta mánaðin. Nýggj útbrot hava eisini verið í Vietnam, Myanmar, Australia, Russlandi og ymsastaðni í Afrika, skrivar Ritzau.