Í fyrstu FM kappingini á langgeil nakrantíð í Føroyum, eydnaðist tað svimjarunum at seta fýra nýggj føroyskt met. Tvey juniormet og tvey føroysk met. Tað skrivar svimjing.com.
Sára Ryggshamar Nysted er von við at seta nýggj met, so tað var ikki óvæntað, at hon setti eitt nýtt juniormet á heimavølli í Vági. Juniormetið varð sett í 100 metra firvaldasvimjing, har hon vann gull við tíðini 1:04.75, ið var eitt vet betri enn gamla metið á 1:06.58, ið hon sjálv setti í Reykjavík International Games í januar.
Signhild Joensen úr Ægir tók eitt munandi eldri juniormet, tá hon svam 50 metra ryggsvimjing. Við tíðini 30.64, eydnaðist at taka gamla juniormetið hjá Biritu Debes á 30.68, ið varð sett á Small States stevnuni í Hafnarfirði í Íslandi í 2010.
Bæði tey føroysku metini vórðu sett í 4x100 metra blandaðari svimjing.
Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna B. Thomsen og Jana B. Thomsen úr Ægir tóku góð 25 sekund av gamla metinum, tá tær komu á mál við tíðini 4:34.16. Gamla metið var 4:59.98, og boðar tað frá góðum, at heili trý lið svumu skjótari enn gamla metið frá 2010. Umframt Ægir liðið, so svumu liðini úr HS og SuSvim ávikavist 4:41.92 og 4:56.34.
Eitt sindur lættari var at seta mett í 4x100 metra blandaðari svimjing hjá monnum, tí frammanundan var einki met á teininum. Harvið settu Eyðbjørn Joensen, Róland Toftum, Rói Bech og Húni Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt met, tá ið teir vunnu gull við tíðini 4:12.18.










