Kvívíkar kommuna fevnir um bygdirnar, Kvívík, Stykkið, Leynar, Válin og Skæling.
Í kommununi siga tey, at jólatrøini verða tendrað vikuskiftið, 1.-3. desember.
Fríggjakvøldið 1. desember klokkan 18 verður tendrað í Leynum, og sama kvøld klokkan 19 verður jólatræið á Stykkjunum tendrað.
Sunnudagin 3. desember standa Válurin og Kvívík fyri tørni, ávikavist klokkan 15 og 16.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at Emil Olsen, prestur og Magni Christiansen, tónleikari, verða við í Leynum og á Stykkjunum.
Á Válinum og í Kvívík verða tað Theodor Eli D. Olsen, prestur og Magni Christiansen, sum verða við.
Í øllum bygdum í kommununi, har jólatrø verða tendrað, koma jólamenn á vitjan.
- Vit bjóða eisini kakao og bollar, siga tey í Kvívíkar kommunu.











