Fýra hondbóltsdystir í dag

Tveir dystir eru í Hvonn deildini og tveir í FTZ deildini

Tríggir hondbóltsdystir í fremstu deildunum eru á skránni í høvuðsstaðnum í dag, og ein dystur verður í Klaksvík.

Í bestu kvinnudeildini, Hvonn deildini, eru tveir dystir: Kyndil og VB spæla í høllini á Hálsi klokkan 14.30, og í Klaksvík spæla Stjørnan og VÍF klokkan 15.00.

Í bestu mansdeildini eru tveir dystir í høvuðsstaðnum. Á Hálsi tekur Kyndil ímóti StÍF klokkan 16.00, og í Hoyvík bresta tvey tey fremstu liðini saman, tá ið H71 klokkan 18.00 tekur ímóti VÍF.

Í Hvonn deildini er Neistin topplið við 11 stigum, Kyndil hevur 10 stig, VÍF 8 stig, Stjørnan 5 stig og VB og StÍF hava 2 stig. Kyndil og StÍF hava spælt 7 dystir, og hini liðini hava spælt 6 dystir.

Í FTZ deildini hevur H71 14 stig, VÍF hevur 11 stig, KÍF og Kyndil hava 8 stig, StÍF hevur 7 stig, Neistin hevur 4 stig og Team Klaksvík 0 stig. VÍF, Kyndil og StÍF hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 7 dystir.