Oyggjaleikir: Tað bjargaði veruliga oyggjaleikunum hjá teimum føroysku badminton-spælarunum, at Rannvá Djurhuus Carlsson og Niklas Højgaard Eysturoy vunnu blandaða tvímansleikin.
Umframt gullið í tvímansleiki fekk Rannvá D. Carlsson bronsumerki í einmansleiki, Rannvá og Brynhild D. Carlsson fingu silvur í tvímansleiki, og føroyska liðið vann bronsu í liðkappingini.
Á hesari kykmyndini sæst tann seinasti bólturin, tá Rannvá og Niklas vunnu gull, umframt nøkur vinnaraprát beint aftaná: http://www.youtube.com/watch?v=IQZytfUfH2s&feature=youtu.be
Á hesari kykmyndini sæst løtan, tá Niklas og Rannvá fingu handað gullmerki í blandaðum tvímansleiki: http://www.youtube.com/watch?v=8QBPh4gTuis&feature=youtu.be
Á hesari kykmyndini sæst løtan, tá Rannvá fekk handað bronsumerki í einmansleiki: http://www.youtube.com/watch?v=fMV2ZlNiUFk&feature=youtu.be
Á hesari kykmyndini sæst løtan, ta Rannvá og Brynhild fingu handað silvurmerki í tvímansleiki: http://www.youtube.com/watch?v=5r14G3irs5I&feature=c4-overview&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g
Á hesari kykmyndini sæst løtan, tá føroyska liðið fekk handað bronsumerkini fyri liðkappingina: http://www.youtube.com/watch?v=zz7ZD4OB5RQ&feature=youtu.be
Her síggjast føroysku spælararnir við bronsumerkjunum: http://www.youtube.com/watch?v=86-5xAHZyKA&feature=youtu.be
Undir myndini er eitt ljóðbrot við tveimum samrøðum. Tann fyrra samrøðan er við Hilmar Kass og Flóvin S. Mikkelsen, aftaná teir taptu bronsudystin í tvímansleiki, og hin samrøðan er við Rannvá D. Carlsson, aftaná hon tapti finaluna í tvímansleiki saman við systur sínari.