Fýra heiðursmerki heim aftur til Føroya

Krista Mørkøre stór seg væl á stórari stevnu uttanlands

 

Um vikuskiftið hevur Krista Mørkøre svomið á stórari svimjistevnu í Manchester.

Hon royndi seg í fýra greinum, og tað gekst sera væl, sigur Ítróttarfelagið fyri Brekað, ÍSB.

 

 

Krista setti persónlig met í øllum greinunum, og vann hon fýra heiðursmerki. Hon vann nevniliga gull í 100 frísvimjing, í 50 frísvimjing og í 400 frísvimjing og hon vann silvur í 100 bringusvimjing.

 

 

Endamálið hjá Kristu at fara til kappingina, var at vita hvussu hon er fyri í samband við tær ætlanur sum liggja henni fyri framman, og fyri at royna at fáa bøta um tíðirnar í 50 metra hyli.

 


- Tíðirnar eru allar betraðar, og vónirnar eru góðar, sigur ÍSB.

 

 

Tíðirnar hjá Kristu vóru:  100m frísvimjing 1:08.49, 100m bringusvimjing 1:31.00, 50m frísvimjing 31:69, og 400m fríðsvimjing 5:17.09.

 

 

Krista hevur tó ikki tíð at sóla sær leingi í avrikunum, tí 22-24 januar skal hon á opna Paralympiska kapping í Kroatia.

 

 

Krista hevur eisini longu svomið seg til pláss í EM í Funchal, sum verður í mai.