Fýra fólkafloksfólk bjóða seg fram

Havnar Framburðsfelag og Huxa hava kunngjørt fýra valevni til komandi løgtingsval.

Havnar Framburðsfelag og Huxa hava kunngjørt fýra valevni til komandi løgtingsval. Talan er um trý nøvn fyri Havnar Framburðsfelag og eitt fyri Huxa.

 

Fyri Havnar Framburðsfelag er talan um tvey roynd fólk og ein, ið bjóðar seg fram fyri fyrstu ferð.

Tey eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Sólvit E. Nolsø, formaður í Havnar Framburðsfelag. 

 

Valevnið fyri Huxa, ið er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, er eisini ein royndur politikkari.  Talan er um Hanus Samró, ið aftur bjóðar seg fram sum valevni fyri Huxa.