Fýra føroyingar á vøllinum

Gilli Sørensen og Hallur Hansson vunnu á Viljormi Davidsen og Jóan Símun Edmundsson

Teir vóru tó ikki á vøllinum samstundis, tá AaB og Vejle spældu venjingardyst í dag. AaB vann 2-0. Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson spældu fyrra hálvleik fyri Vejle, meðan Gilli Sørensen og Hallur Hansson spældu seinna hálvleik fyri AaB.

 

Fríggjadagin skoraði Gilli Sørensen fyri AaB í sigri á AC Horsens, meðan Hallur eins og Gilli fekk ein hálvleik tá. Sostatt kann fyribils staðfestast, at bæði Hallur og Gilli eru við í fyrireikingunum hjá Kent Nielsen í Aab.

 

Hallur Hansson hevur í eina tíð verið settur í samband við ein skifti til Føroyar, har Víkingur tykist hava lagt nógv fyri at fáa miðvallaran.