Fýra flokkar samdir um Russlandstiltøk

Tað bleiv ikki til ta breiðu semjuna um tiltøkini ímóti Russlandi, tí bara ein andstøðuflokkur er saman við landsstýrinum um tiltøkini

 

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við tiltøkunum, sum landsstýrið ætlar at seta í verk ímóti Russlandi. Men tað er Miðflokkurin.

Jenis av Rana váttar fyri in.fo, at Miðflokkurin er við.

– Eg síggi hetta sum eitt kompromis. Eg kundi sjálvandi sagt, at annaðhvørt fáa vit alt ella einki. Men vit hava valt at vera við, tí hetta er eitt stig á vegnum, sigur Jenis av Rana.

Tað júst fyri at steðga Jenis av Rana, at Løgtingið tann 6. mai í fjør samtykti, at einki kundi broytast í Russlandssáttmálanum, um tað ikki fyrst varð samtykt í Løgtinginum. Ein avgerð, sum nú verður broytt við lógaruppskoti, sum Løgtingið fer at viðgera seinnapartin.

Jenis av Rana sigur, at um semja var um tað í landsstýrinum í fjør, so kundi hevði hann havt sett strangari tiltøk í verk, men hesum steðgaði Løgtingið, og tað vóru samgongufólk, sum vildu hava seta samtyktina júst fyri at forða Jenisi av Rana sum landsstýrismanni at gera tað.

– Eg hevði í øllum førum gjørt mítt til at steðga russiska piratfiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum, men tað slapp eg heldur ikki, sigur hann.

Uttanríkisráðið hevur boðað fjølmiðlunum á tíðindafund á Viðareiði klokkan 10:15, har tiltøkini verða kunngjørd. Saman við Høgna Hoydal verða eisini Aksel V. Johannesen og Ruth Vang, forfólk í Javnaðarflokkinum og Framsókn.