Fjepparar fáa drúgt bann fyri rasistiskan atburð

Fimm fjepparar hjá Udinese eru útistongdir fyri lívstíð frá at síggja fótbóltsdystir á leikvøllinum hjá Udinese

Mike Maignan

Farna leygarkvøld var litti málverjin hjá AC Milan, Mike Maignan offur fyri niðrandi og rasistiskum rakstrarrópum frá serliga fýra fjepparum hjá Udinese, tá AC Milan spældi dyst á útivølli móti Udinese.

 

Hetta hevur fingið avleiðingar fyri teir fýra ótangarnar, ið stóðu fyri hesum ósømiliga og niðrandi atburðinum. Teir fýra fjeppararnir hjá Udinese eru útistongdir frá øllum leikvøllum í Italia tey komandi fimm árini. 

 

Talan er um tríggjar menn og eina kvinnu, ið Udinese við vakmyndatólum hevur megnað at funnið fram til.

 

Hesi fýra skulu eisini vænta at vera ákærd og skulu væntandi fyri rættin skjótt, har tey standa til eisini at fáa eina juridiska revsing fyri teirra rasistiska atburð.

 

Udinese boðaði mánadagin frá, at tey hava bannað einum øðrum fjeppara fyri lívstíð at koma á leikvøllin hjá Udinese aftur. 

 

Og ígjár boðaði Udinese frá, at teir fýra fjeppararnir, ið eru útistongdir frá øllum leikvøllum í Italia tey komandi fimm árini, vera eisini útistongdir frá leikvøllinum hjá Udinese fyri lívstíð. 

 

 

 

 

 

 

 

Mike Maignan