Triðja umfar í Champions League bólkaspælinum varð spælt í kvøld. Zlatan Ibrahimovic gjørdi størsta hálið, meðan menn sum Cristiano Ronaldo og Sergio Aguero eisini skoraðu meiri enn tað eina málið.
Bólkur A:
Manchester United er oddalið í bólkinum eftir 1-0 sigur á Real Sociedad á Old Trafford. Einsamalla málið kom longu aftaná tveir minuttir, tá verjuspælari var so óheppin at gera sjálvmál, eftir at Wayne Rooney hevði rakt stongina.
Í hinum dystinum vann Leverkusen heili 4-0 á Shakhtar Donetsk, sum annars verður mett sum eitt lið, ið hevði góðan møguleika at koma víðari úr bólkinum.
Bólkur B:
Her, so gott sum, tryggjaði Cristiano Ronaldo Real Madrid víðari luttøku til endaspælið. Teir vunnu 2-1 á Juventus, sum nú er nummar trý í bólkinum. Real Madrid vann 2-1 og Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini.
Í Turkalandi flongdi Didier Drogba og hansara menn FCK. Longu í hálvleikinum var støðan 3-0 Tað endaði 3-1. Didier Drogba skoraði eitt mál.
Bólkur C:
Zlatan Ibrahimovic gjørdist í kvøld fyrsti svenskarin, sum hevur skotið hattrick í Champions League. Hann skoraði ikki færr enn fýra mál í 5-0 sigrinuum á Anderlecht. Í hinum dystinum í bólkinum deildu Benfica og Olympiakos stigini.
Bólkur D:
Nú er lítil ivi um, at tað verða Bayern Munchen og Manchester City, sum koma víðari úr bólkaspælinum. Bayern Munchen vann 5-0 á heimavølli móti Viktoria Plzen, meðan Manchester City vann 2-1 á CSKA Moskva.
Champions League triðja umfar:
Bólkur A:
Bayer Leverkusen – Shakhtar Donetsk 4-0 (1-0)
1-0 Stefan Kiessling, 22
2-0 Simon Rolfes, 50 br
3-0 Sidney Sam, 57
4-0 Stefan Kiessling, 72
Manchester United – Real Sociedad 1-0 (1-0)
1-0 Inigo Martinez, 2 sjálvmál
Støðan:
1. Manchester United 7
2. Leverkusen 6
3. Shakhtar Donetsk 4
4. Real Sociedad 0
Bólkur B:
Galatasaray – FCK 3-1 (3-0)
1-0 Felipe Melo, 9
2-0 Wesley Sneijder, 38
3-0 Didier Drogba, 45
3-1 Claudemir, 88
Real Madrid – Juventus 2-1 (2-1)
1-0 Cristiano Ronaldo, 4
1-1 Fernando Llorente, 22
2-1 Cristiano Ronaldo, 29 br
Støðan:
1. Real Madrid 9
2. Galatasaray 4
3. Juventus 2
4. FCK 1
Bólkur C:
Anderlecht – PSG 0-5 (0-3)
0-1 Zlatan Ibrahimovic, 17
0-2 Zlatan Ibrahimovic, 22
0-3 Zlatan Ibrahimovic, 36
0-4 Edinson Cavani, 52
0-5 Zlatan Ibrahimovic, 62
Benfica – Olympiakos 1-1 (0-1)
0-1 Alejandro Dominguez, 29
1-1 Oscar Cardozo, 84
Støðan:
1. PSG 9
2. Olympiakos 4
3. Benfica 4
4. Anderlecht 0
Bólkur D:
CSKA Moskva – Manchester City 1-2 (1-2)
1-0 Zoran Tosic, 32
1-1 Sergio Agüero, 34
1-2 Sergio Agüero, 42
Bayern Munchen – Viktoria Plzen 5-0 (2-0)
1-0 Franck Ribéry, 25
2-0 David Alaba, 37
3-0 Franck Ribéry, 61
4-0 Bastian Schweinsteiger, 64
5-0 Mario Götze, 90
Støðan:
1. Bayern Munchen 9
2. Manchester City 6
3. CSKA Moskva 3
4. Viktoria Plzen 0