Fýra ferðir so nógv sjúk í Grønlandi sum í Føroyum

Í løtuni er talið av aktivum smittaðum í Grønlandi 60 - í Føroyum er talið 14.

Grønland er hart rakt av koronu í løtuni, meðan Føroyum í seinastuni eru slopnar lutfalsliga væl.

 

 

Í dag, fríggjadagin, vórðu níggju fólk staðfest smittað við koronu í Grønlandi, og hesi eru serliga í býunum, Qeqertalik og Qeqqata. Samstundis eru 10 fólk staðfest frísk aftur síðan hósdagin.

 

Í uppgerðini hjá grønlendskum myndugleikum hevur landið higartil havt 160 smittutilburðir, harav 100 fólk eru vorðin frísk aftur. Tað merkir, at samlaða talið av aktivum smittaðum í løtuni er 60.

 

Samanbera vit smittutølini í Føroyum, hava vit havt tilsamans 989 smittutilburðir, síðan farsóttin tók seg upp - men í løtuni hava bert 14 fólk í Føroyum aktiva koronu-smittu.

 

Tað merkir, at hóast so nógv fleiri hava havt koronu í Føroyum enn í Grønlandi, hevur Grønland í løtuni meira enn fýra ferðir so nógv sjúk fólk, sum Føroyar hava - nevniliga 60 í mun til okkara 14.

 

 

 

Grønland er hart rakt av koronu í løtuni, meðan Føroyum í seinastuni eru slopnar lutfalsliga væl.