Í kvøld verður dystast í bólkunum C og D, har liðini spæla sínar fyrstu dystir.
Í bólki C verða dystirnir Serbia-Polen (klokkan 17.00) og Svøríki-Montenegro (klokkan 20.15), meðan dystirnir í bólki D verða Kroatia-Hvítarusland (klokkan 17.00) og Frakland-Rusland (klokkan 20.15).
Hvítarusland er illa fyri, tí sterki bakkurin, Serhei Rutenka, fær ikki verið við, tá landið í kvøld møtir Kroatia. Hann liggur sjúkur heima á hotellrúminum við 39 gradirs fepuri.
Serhei Rutenka er nógv størsta stjørnan á Hvítarussiska liðnum, og spælir til gerandis við Barcelona. Hann er eisini gjarna toppskjútti á Hvítarussiska liðnum.










