Tað hevur verið heilt nógv fólk í býnum í nátt. Bæði í Havn, og aðrastaðni.
Men løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga friðarligt.
Fóltbóltsárið endaði í gjár, og í tí sambandi hava veitslur verið víða hvar, og tað hevur sett sín dám á náttarlívið. Men løgreglan sigur, at tað hevur gingið væl.
Hinvegin fór løgreglan í býin við ferðmátaranum í nátt, og úrslitið av tí var, at fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið.
Teir vórðu tiknir í Kollafirði, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman í mesta lagi. Teir koyri allir góðar 80 kilometrar um tíman, og tað kostar eitt klipp í koyrikortið.









