Fýra ár afturat til Lars

FSF og Lars Olsen hava í morgin longt sáttmalan við fýra árum

Tað eru fýra ár síðani, at Lars Olsen bleiv settur sum landsliðsvenjari. Í Fótbóltssambandinum eru tey so nøgd við arbeiði, at tað í morgun er gjørdur nýggjur fýra ára sáttmáli við sitandi landsliðsvenjaran.

 

Christian Andreasen, forseti í FSF, sigur at nøgdsemi við arbeiði hjá Lars Olsen er stórt. Somuleiðis sigur hann, at orsøkin til at sáttmálin er fýra ár er, at tað gevur betri arbeiðisumstøður fyri allar partar.

 

Lars Olsen sigur, at hann er glaður fyri at vera landsliðsvenjari í Føroyum. Hann ásannar, at tað til tíðir hevur verið avbjóðandi. Hann sær tó møguleikar í føroyska liðnum, sum hann heldur skal til at skapa fleiri møguleikar. Umframt tað, so skal liðið kunna spæla í hægri leikferð, er nakað av tí, sum Lars Olsen sigur.


Meiri seinni