Tað hevur hilnast væl hjá skipunum, sum fiska svartkjaft.
Og tað kemur væl við hjá Havsbrún í Fuglafirði.
Hesa seinastu tíðina hava fleiri bátar verið hjá Havsbrún við svartkjafti og fleiri eru væntandi.
Men mest eru tað Gøtutróndur og Christan í Grótinum, sum hava verið í Fuglafirði.
Seinastu báturin, sum landaði til Havsbrún, var nettupp Gøtutróndur, sum kom søkklaðin á Fuglafjørð leygardagin við 2.691 tonsum í lastini.
Somuleiðis er Christian í Grótinum á veg við einum 2.000 tonsum, hann skuldi koma á Fuglafjørð í dag.
Í løtuni er svartkjafturin vestanfyri Írland, einar 400-500 fjórðingar úr landi í Føroyum.
Á Havsbrún vænta teir eisini fleiri útlendskar bátar teir næstu dagarnar, bæði skotskar, og írskir, men eisini íslendskir.
Orsøkin til, at teir koma til Føroya er í fyrsta lagi, at hetta er plássið, sum stytst er at sigla til fyri at sleppa av við lastina.
Tvs, at at tað er stytti at sigla til Skotlands og til Hetlands, men har er bara ein verksmiðja í hvørjum stað, so tað er ofta trupult at sleppa framat.
Men harumframt hevur sjálvandi prísurin og umstøðurnar annars sítt at siga, eitt nú, hvussu skjótt teir sleppa framat at landa og tíðin tað tekur.
Annars eru tað eisini virki í bæði Noregi og Danmark, sum taka ímóti svartkjafti,m men tað er aftur nógv longri at sigla.
Prísurin er góð 50 oyru fyri kilo, og tað er hampiligt. Men prísurin er nógv tengdur at, hvussu feitur svartkjafturin er, og hesa tíðina er hann sera rak.
Á Havsbrún verður svartkjafturin malin til mjøl og lýsi verður úrskilt.
So verður mjøl, lýsi og annað blandað saman og gjørt til fóður, sum so aftur verður ivið alifiski, sum verður seldur í dýrum dómum niðri í Evropa.
Tí eru fuglfirðingar ikki longur so fegnir um, at fiskurin, teir taka ímóti, verður kallaður ídnaðarfiskur.
Teimum dámar fult so væl at kalla hann fóðurfisk.
Og á Havsbrún verur lagt afturat, at hetta er ein framleiðsla sum tað loysir seg at gera burturúr svartkjaftinum.










