Arbeiðið við langhylinum í Vági er komið so væl ávegis, at innan eina viku verður byrjað at fylla hylin. Sambært heimasíðuni hjá hylinum eru fólk frá Myrtha Pool, ið hava latið hylin, í Vági í hesum døgum og gera hylin kláran til áfylling. Myrtha Pool hava eisini latið hyl til svimjihøllina í Kazan, sum í hesum døgum skipar fyri HM.
Byrjað verður væntandi at fylla hylin í hesi vikuni. Heimasíðan skrivar, at tað tekur nakrar dagar at fylla vatn í hylin og síðani koma umboðini fyri Myrtha Pool aftur til Vágs at seta vatnreinsianleggið og aðrar tekniskar skipanir í gongd.
So nú verður skjótt klárt hjá vágbingum og øðrum suðringum at njóta nýggja langhylin.










