Í morgun sást tangabilur fylla brennievni á Magnstøðina við Ringvegin í Havn.
Men tað merkir ikki, at støðin letur uppaftur soleiðis, at fólk kunnu keypa bæði bensin og diesel.
– Vit hava fingið loyvi at fylla brennievni á allar støðirnar, men tað verður bara selt til neyðsynjarakfør og tey, sum av onkrari orsøk hava undantaksloyvi frá fakfeløgunum at keypa brennievni, sigur Finn Jakobsen, stjóri á Magn.
##med##
Tað virkar á tann hátt, at fólk koyra til pumpuna, men fara so inn í handilin og vísa prógv fyri, at tey hava loyvi at keypa brennievni. Síðani verður pumpan tendrað til at fylla á júst tann bilin, og so slóknar pumpan aftur.