Fylgja ikki reglum um alment útboð

Formaður Fólkafloksins vil hava fíggjarmálaráðfrúnna at siga, hvat hon ætlar at gera við tann trupulleikan

Beinir Johannesen, løgtingsmaður og formaður Fólkafloksins, hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning, har hann spyr landsstýriskvinnuna, hvat hon ætlar at gera við, at reglurnar um útboð ikki verða fylgdar.

Hann vísir á, at í rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 staðfestir Fíggjarmálaráðið, at keyp av vørum og tænastum skulu bjóðast út alment, um keypið er størri enn 500 tús. kr. Eisini keyp millum 50.000 krónur og 500.000 krónur skulu sum meginregla verða boðin út alment.

– Hetta er fyri at tryggja, at besti prísur fæst fyri hesar vørur og tænastur, og soleiðis verður skattgjaldarans peningur best umsitin.

– Tó vísir landsgrannskoðanin í síni árfrágreiðing fyri fíggjarárið 2022 (lm. nr. 54/2023), at stovnar undir landinum ikki altíð fylgja hesum reglunum, og ei heldur biðja um undantak, ið teir annars kunnu, sigur Beinir Johannesen.

Hann sigur, at manglandi útboð av vørum og tænastum kann hava við sær, at skattgjaldarans pengar ikki verða umsitnir á nóg góðan hátt, ið síðan elvir til hægri almennar útreiðslur enn neyðugt er.

– Fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at reglurnar verða fylgdar frameftir, verður hesin fyrispurningur settur, sigur hann.